Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Baðilandi & Svimjuhøllin letur upp leygardagin

John William Joensen

Tað verður stórt ball í Klaksvík allan leygardagin í samband við at svimjuhøllin letur upp kl. 11. Handlarnir í Klaksvík halda langan leygardag og hava opið til kl. 20 og dagurin byrjar longu kl. 10 um morgunin við móttøku í svimjuhøllini.

Tað verður stórt ball í Klaksvík allan leygardagin, í samband við at svimjuhøllin letur upp kl. 11. Handlarnir í Klaksvík halda langan leygardag og hava opið til kl. 20 og dagurin byrjar longu kl. 10 um morgunin við móttøku í svimjuhøllini.

Torkil Mørkøre, leiðari fyri Klaksvíkar Svimjuhøll sigur at kl. 10 leygarmorgunin er móttøka í svimjuhøllini har forkvinnan í mentunarnevndini, Signhild Jóhannesen, sigur nøkur orð og varaborgarstjórðin eisini sigur nøkur orð og tekur svimjuhøllina alment í nýtslu.

Síðani verður okkurt ábit meðan høllin verður sýnd fram og kl. 11 letur høllin upp fyri almenninginum.

– Tað eru sera nógv fólk sum brúka Svimjuhøllina í Klaksvík. Í 2013 høvdu vit umleið 70.000 vitjandi sum keyptu atgongumeri og afturat hesum koma so skúlarnir sum dagliga brúka høllina og Ægir og onnur Ítróttarfeløg, so samlaðu vitjanartølini liggja væl oman fyri 100.000.

– Tí var tað ein ógvuslig avgerð at stongja høllina í oktober mánaða, men tað var neyðugt og vit eru sera fegin um at arbeiði hevur gingið sera væl har byggiætlanin heldur. Arbeiði var upprunaliga deilt í byggistig har tað fyrsta skuldi verða í 2013, tað næsta skuldi verða í 2014 og so seinasta byggistig skuldi fremjast í 2015.

– Men avgjørt varð at flyta 3. byggistig fram og hetta hevur ført við sæt at undirveitarar hava verið noyddir at tillagað seg nýggju tíðarætlanina og hetta merkir at alt er framvegis ikki liðugt. Tí vantar nógv enn og tað kemur uppá pláss seinri í vetur.

– Øll umklæðingardeildin er nú um at verða liðug, men nú hevur høllin verið stongd í 8 mánaðar og vit hildu tað ikki verða rætt at høllin var stongd alt summar meðan børnini hava summarfrí. Vit hava eisini merkt at fólk hava sakna svimjihøllina og tað hevur verið ofta spurt eftir nær hon letur upp – so vit hava arbeitt undir trýsti.

Avrikið higartil

Torkil Mørkøre greiður frá at arbeiði sum higartil er gjørt er ein fullkomiliga nýggj umklæðingardeild og brúsudeild við sauna. Harafturat er nýggj Café og harafturat er onnur nýggj økir bygt sum wc, skrivstovua og felagsrúm.

– Nýggja fitness-deildin er ikki liðug enn og hesin parturin verður tikin í brúk í september.

– Við nýggju umstøðunum er ætlanin at broyta upplatingartíðirnar soleiðis at høllin ferð at hava longri opið og harafturat verður alt virksemið í svimjuhøllini samskipað soleiðis at tað fellur betur saman við virkseminum í ítróttarhallunum soleiðis at svimjing, venjing og fitness virkar sum ein eind.

– Vit fara harafturat at taka eina meira framkomna gjaldsskipan í brúk sum fer at gera tað lættari at umsita. Vit ætlað at rota at satsa meira uppá svimjing fyri vaksin og pensjónistar um morgunin so tað er við stórum forvantiningum at vit lata dyrnar upp aftur leygardagin.

Nógv gjørt burtur úr leygardagin

Svimjuhøllin letur upp kl. 11 leygarmorguni (móttøka kl.10) og sum skilst verður nógv gjørt burtur úr har m.a. stóri høgguslokkurin verður í stóra hylil.

Arbeiði sum er gjørt higartil kostar góðar 10 mió. kr.

Allan leygardagun er ókeypis at koyra til Klaksvíkar gjøgnum Norðoyatunnilin og frá kl. 18 til kl. 21 er ókeypis at koyra úr Klaksvík gjøgnum Norðoyatunnilin.

Klaksvíkar Handilsfelag heldur langan leygardag har handlarnir hava opið til kl. 20.