Tilmeldingin verður hósdagin 28.august kl.17-19 í badmintonhøllini, skrivar Klaksvíkar Badmintonfelag á heimasíðu sínari.
Hey tit KBFarar og øll onnur
Nú er summarið mest sum liðugt og tíðin nærkast til vit fara at venja badminton aftur. Vit fara at hava tilmelding komandi hósdag 3.sept frá kl.18.00 til 19.00 í Badmintonhøllini.
Tað var stórur áhugi seinasta vetur og vit vóna at síggja eins nógv komandi vetur. Venjingin hjá børnunum byrjar mánadagin 7.sept september. Vit vóna eisini at síggja nógv vaksin í vetur.
Hjá børnum kostar tað 550 kr. at gerast limir og at venja. Barn nr.2 gjalda 400 kr. og barn nr.3 gjalda 250 kr. Tey vaksnu skulu gjalda 1000 kr fyri at gerast limir og at venja/spæla 4 tímar um vikuna. Øll kunnu annars gerast hvílandi limir, og tað kostar 150 kr.
Síggjast hósdagin ímillum kl.17.00 – 18.00, har kaffi o.a. eisini verður at fáa.
Inngongd ímillum hallinar.
Taka bert ímóti kontantum peningi.
Vinarliga KBF
Eisini eru vit á Facebook Trýst her >>




