Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badmintonferðalag til Íslands

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 22. januar fer eitt stórt badmintonferðalag til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG).

Fríggjadagin 22. januar fer eitt stórt badmintonferðalag til Íslands at luttaka í Reykjavik International Games (RIG).

Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum badmintonfeløgini í Føroyum fara til, og er undirtøkan sera stór.

Ferðalagið hesaferð telur 101 fólk.

24 leikarir eru úr HBF, 16 úr KBF, 11 úr MBF og 1 úr ÍF.

Í U13, U15, U17 og U19 verður leikt í einmans-, tvímans- og blandaðum tvímansleiki. Byrjað verður leygarmorgunin við innleiðandi umførunum, og hildið verður so áfram sunnumorgunin við hálvfinalum og finalum.

Eisini verður skipað fyri eini U11 – kapping í einmansleiki. Hesir leikararnir spæla sunnudag.

Tá ið badmintonleikararnir vóru til RIG í fjør, fingu tey sera góð úrslit. 6 gull og 9 silvur, og vónirnar eru minst líka góðar í ár. Spennandi verður at fylgja við.

Ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin 25. januar.

Harleyfacadeacryl