Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Badmintonhøllin tikin í nýtslu

Oliver Joensen

Nógv fólk vóru samankomin til hátíðarhaldið í høllini leygardagin, og nýggja høllin fekk heilar 300.000 kr. Í gávukekkum.

At tørvur hevur verið á eini høll afturat KÍ-høllini er ongin ivi um. Jákup Anthoniussen, sum er settur sum hugsvørur og leiðari fyri høllina sigur, at so nógvir fyrispurningar hava verið um at sleppa inn í høllina, at fyri tann skuldu kundi høllin verið opin alt samdøgrið.
Hátíðarhaldið leygardagin var væl fyriskipað, og millum annað borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, landsstýrismaðurin í mentamálum Jógvan á Lakjuni og ikki minst primus motor sjálvur, Jákup Anthoniussen hildu røður.
Stuttligt var at síggja dystin ímillum tann mest framfýsna av ungu leikarunum hjá Klaksvíkar Badmintonfelag, Heðin Poulsen og so “The grand old lady” Sigrid Andreasen, ið er ein sonn legenda í badmintonhøpi, hon var við til at vinna føroyameistaraheitið í badminton ikki minni enn 11 ferð fyri einstaklingar og harafturat 2 ferðir føroyameistari í damusingle og 2 ferðir føroyameistari í mixdouble.
Upplatingardagurin var fyriskipaður sum eitt stórt “show”, har lokalir sangbólkar fingu høvi at sýna dygdir sínar, og sjálvandi var eisini skipa fyri einum borðhaldi.
Alt í alt ein áhugaverd og góð byrjan.
Sunnudagin leikti Team Klaksvík fyrsta søguliga hondbóltsdystin í høllini, og teir lata sera væl at umstøðunum har. Eisini Team Klaksví hevur gjørt nógv burturúr, tí á loftinum var ókeypis røst súpan og ábit til allar áskoðararnar, sum Jákup Ziskason stóð fyri.

Harleywoodpaint