Í vikuskiftinum skipar landsliðsvenjaratoymið Sune Gavnholdt og Wong Fai Yin fyri venjingum fyri landsliðshópinum og ungdómslandsliðnum í badminton.
Umframt venjarar luttaka tríggir dugnaligir danskir leikarar eisini í venjingini, sum í dag bleiv fyriskipað í ítóttarhøllini í Vestmanna, har badmintonfelag nýliga er fari undir virksemi aftur. Fríggjakvøldið bleiv vant á Giljanesi og í morgin sunnudagin verður venjingin í Badmintonhøllini í Havn, har tað eisini verður skipa fyri venjingardysti klokkan 14:00. Øll eru vælkomin at hyggja.

“Nú verður av álvara fari undir at venja fram ímóti Oyggjarleikunum á Guernsey komandi summar” sigur Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsambandinum. “Tí er tað eisini eggjandi at síggja ágrýtni og framburðin hjá okkara leikarum, ungum sum royndum.”


