Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Badmintonpar sigraði í Wales

Jóhann Lützen

Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF og Miriam í Grótinum vunnu hósdagin innleiðandi dyst í altjóða badmintonkapping í Wales. Mótstøðuparið úr Bulgaria var annars seeda sum fjórsterkast undan kappingini.

Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF) og Miriam í Grótinum (HBF/KBK) hava síðstu dagarnar sum fyrstu føroysku badmintonleikarar luttikið í altjóða viðurkendari kapping í Wales.

Tær kláraðu seg rættiliga væl, tá tær í kappingini sigraðu á bulgarskum pari, sum vóru seedaðar sum nr 4 í kappingini. Í fyrsta settinum vóru Bjarnhild og Miriam aftanfyri inntil hinar førdu 14-18, síðani vunnu tær 21-19. Í øðrum setti vunnu tær 21-14.

Í áttandapartsfinaluni møttu tær einum sterkum pari úr Póllandi, har tær mátti lúta fyri yvirvøldini, hóast tær í øðrum setti fylgdu væl við upp til 15-21.

Miriam kom eisini víðari úr fyrsta umfari í mix, har hon spældi saman við grønlendska liðfelaga sínum Maluk, sum eisini spælir við KBK á Østerbro. Í einmansleiki spældi Miriam ein tættan tvey-settara ímóti skotsku Brooks, meðan Bjarnhild vann sín fyrsta dyst í einmansleiki 21-12, 21-9 ímóti enskum leikara og tapti síðani 15-21, 13-21 ímóti eini aðrari sera góðari úr Onglandi. 

Tær báðar á føroyska landsliðnum koma sostatt aftur við góðum upplivingum og altjóða stigum við í skjáttuni.