Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bæði Mjølnir liðini taptu

Jákup Ósá

Tað er ikki líkt til, at Mjølnir fær nakað umboð í finalunum í flogbólti í ár.

Í steypakappingini blivu bæði kvinnurnar og menninir júst ov stuttar til at røkka steypafinaluni. Og í landskappingini sær heldur ikki út til, at Mjølnir fær nakað umboð í finaluni i ár. Hinvegin tykist tað sum, at liðini byggja upp til framtíðina, tí nógvir ungir leikarar eru í hópinum.

Menninir hjá Mjølnir tóku ímóti oddaliðnum Fleyr og hóast Fleyr vann 3-0, so var ikki so stórur munur á tveimum av settunum. 23-25 og 21-25 endaðu tey bæði fyrstu settini, áðrenn Fleyr vann tað seinasta 25-16. Kvinnurnar hjá Mjølnir vitjaðu Fleyr í Havn. Har vann Fleyr 3-1. Kvinnurnar hjá Mjølnir liggja næstaftast við 7 stigum, meðan Mjølnir menninir liggjast aftast við ongum stigi.