Um vikuskiftið vera steypafinalurnar í hondbólti leiktar. Bæði Stjørnan og Team Klaksvík eru umboðað í yngru deildunum.
Hjá Stjørnuni sær framtíðin helst spennandi út, tí bæði U14 og U17 gentuliðini hava spælt seg í steypafinalurnar, ið vera leiktar sunnudagin. Team Klaksvík hevur eisini ein gyltan árgang á veg, tí talan er um triðju finaluna hjá fleiri á hesum U14 liðnum, ið møta H71 sunnudagin.
Leiksskráin fyri Faxe Kondi finalurnar er sambært hsf.fo:
Leygardagin 18.02.2017:
kl 13.30 Kvinnur Neistin – Kyndil
kl 16.00 Menn H71 – StÍF
kl 18.00 D18 VÍF – H71
Sunnudagin 19.02.2017:
kl 12.50 G10 VÍF – Kyndil
kl 13.30 D10 VÍF – Tjaldur
kl 14.10 G12 Neistin A – Neistin B
kl 15.00 D12 H71 – StÍF
kl 15.50 G14 Stjørnan – H71
kl 16.50 D14 Team Klaksvík – H71
kl 17.50 G17 H71 – Stjørnan
kl 19.00 D16 VÍF – Neistin




