Nýggi B36 venjarin Sámal Erik Hentze ætlar, at B36 skal gera tað betri enn í ár.
Nýggi B36 venjarin Sámal Erik Hentze ætlar, at B36 skal gera tað betri enn í ár.
Tað var fyri trimum vikum síðani, at nordlysid.fo visti at siga, at Sámal Erik Hentze helst bleiv B36 venjari. Men tað hevur drigið út við at fingið sáttmálan uppá pláss. Í dag hevur B36 so endaliga kunngjørt nýggja venjaran.
Við B36 heimasíðuna sigur Sámal Erik Hentze soleiðis:
– Nú búgvi eg í Havn, so tað hevur sjálvandi týdning, at eg kann virka sum venjari her. Og tað hevur sjálvandi eisini stóran týdning, at B36 er eitt felag, sum spælir í Europa komandi ár.
– B36 er eisini eitt stórt felag við stórum ambitiónum, og tað hóskar væl til mín. Mítt útgangsstøði er altíð at gera tað betri, og kunnu vit betra okkum í mun til í ár, so eru vit í øllum førum í oddinum. Eg vil í øllum førum altíð út á vøllin fyri at vinna, og so síggja vit við árslok, hvussu langt hetta ber, sigur Sámal Erik Hentze við heimasíðuna.
Mynd: B36.fo




