Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bagge niðurgjørdi KÍ eftir dystin

Jákup Ósá

– Teir skuldu spælt við 8 leikarum eftir eitt korter, segði Sámal Erik Hentze m.a. eftir dystin

– Teir skuldu spælt við 8 leikarum eftir eitt korter, segði Sámal Erik Hentze m.a. eftir dystin, tá hann ikki hevði nógv rósandi orð at siga um KÍ.

Rás 2 tosaði við B36 venjaran Sámal Erik Hentze eftir dagsins dyst. Og hann var ikki blíður inná heimalið bæði á fysiska og taktiska økinum.

– Eg helt at KÍ skuldi verið 8 mans á vøllinum eftir eitt korter. Hatta er ófantaligt og vemmiligt spæl, sum teir byrjaðu við. Eg veit ikki, um teir høvdu fokuserað uppá at jarðleggja okkum og sparka okkum niður, so vit ikki kundu spæla okkara smáspæl. Tað virkaði soleiðis fyrstu 15 minuttirnar. Men so taka vit arbeiðshandskarnar uppá og siga, ok hetta er ein av teimum døgunum og so geva vit aftur av somu skuffu og so bleiv tað meira javnt. Men annars vóru tað vit, sum spældu tað fótbóltsspælið sum var her í dag, meðan KÍ bara lá og lossaði, segði Sámal Erik Hentze eftir dystin.

Heldur ikki taktiska uppleggið hjá KÍ sannførdi B36 venjaran.

– KÍ arnir gyppaðu allan seinna hálvleik sum hann var. Teir royndu at fáa 2-3 mans hjá okkum at fara niðan eftir bóltinum, og so skuldu vit lossa upp um teir tríggjar. Tað vil siga, at vit als ikki fingu Lawal við í spælið. So broyttu vit tað. Vit tóku Klæmint aftur í miðverjuna og spældu bara við einum framrættaðum miðvalla leikara og so fór eingin niðan eftir bóltinum. So endaði tað við, sum vit sóu, at tað stóðu fimm klaksvíkingar á sínari hálvu og gyppaðu niðan á hinar fimm, men so vóru vit í yvirtal, tí vit skuldi bara vinna tann fyrsta bóltin har, segði B36 venjarin – sum tíðuliga dámdi lítið KÍ mátan at spæla uppá – við Rás 2 eftir dystin.