Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bagge tekur yvir í AB

Jákup Ósá

AB skiftir venjara eftir stórtapið móti KÍ í gjár. FM- og ársins venjari í fjør tekur yvir.

AB heimasíðan skrivar: Nevndin í FC Argijum kunngjørdi fyri løtu síðani, at Oddbjørn Joensen gevst sum venjari hjá AB. Somuleiðis leggur hjálparvenjarin, Morten Overgaard frá sær.

Samtundis verður sagt frá, at Sámal Erik Hentze tekur við sum venjari hjá EFFO-liðnum tað, sum eftir er av kappingarárinum.

Tað er eingin loyna, at úrslitini hjá EFFO-liðnum í ár ikki hava verið nøktandi. Eingin vunnin dystur, 7 javnleikir og 7 tap. Tað gevur ikki nógv á stigatalvuni, og á næstaftasta plássi, har AB liggur í løtuni, er niðurflytingarvandin ikki til at krógva.

Formaðurin í FC Argjum, Sjúrður Olsen, sigur, at venjaraskiftið er gjørt í sátt og semju við Oddbjørn og Morten. “Í hesum sambandi vilja vit í FC Argjum takka fyri tað góða samstarv, ið hevur verið. Vit saman føldu, at okkurt heilt serstakt mátti gerast nú, fyri at venda gongdini.”, sigur Sjúrður Olsen.

Venjaraskiftið varð kunngjørt fyri leikararnar hjá AB seinnapartin og Sámal Erik tekur við til venjingina í kvøld.

Harleyfacadeacryl