Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BAJONETTIN HJÁ JØRGEN

Sjúrður Skaale

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur hesa viðmerking umvegis Facebook í kvøld: Viðhvørt stendur eitt politiskt mál so væl sjálvt, at einum politikara bert tørvar at vísa til tað faktuella í tí fyri at vinna eina debatt. Jú veikari málið stendur, jú ógvusligari eru ofta vendingarnar, sum verða brúktar – júst orsakað av, at málið ikki stendur so væl einsamalt. Jú ógvusligari orð ið verða brúkt, jú meiri fokus kemur á orðini sjálv – og jú minni fokus kemur á substansin í málinum.

Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur hesa viðmerking umvegis Facebook í kvøld:

Viðhvørt stendur eitt politiskt mál so væl sjálvt, at einum politikara bert tørvar at vísa til tað faktuella í tí fyri at vinna eina debatt. Jú veikari málið stendur, jú ógvusligari eru ofta vendingarnar, sum verða brúktar – júst orsakað av, at málið ikki stendur so væl einsamalt. Jú ógvusligari orð ið verða brúkt, jú meiri fokus kemur á orðini sjálv – og jú minni fokus kemur á substansin í málinum.

Hevur mann eina góða sak, kann mann tí eisini oyðileggja hana fyri seg sjálvan við ógvusligum málburði – tí málburðurin kann skugga fyri sakini.
Í hesum døgum lýsir Jørgen Niclasen Høgna Hoydal sum ein vandamiklan mann, sum ikki er í mentalari javnvág, men gongur við bajonett-byrsu úti í Fiskimálaráðnum og skjýtur.
Tað er eitt av tveimum:
1. Antin stendur Jørgen á veikari grund, nú hann krevur Høgna frá. Honum vantar argument, og tí málar hann myndina av einum svøkum manni, sum skjýtur og stingur.
2. Ella skuggar hann við sínum málburði fyri teimum veruligu argumentum, sum hann kanska hevur.
Tí tað, sum stendur eftir, tá mann hevur hoyrt Jørgen, er ikki tað faktuella í málinum. Tað eru Jørgensa vulgeru metaforar. Og so fræg er okkara skipan, at ein metaforur fellur ongan mann – sama, hvussu ógvusligur hann er.
Høgni hevur ofta kravt, at ting fáa avleiðingar fyri onnur, og hevur hann gjørt nakað ólógligt ella verið so gáloysin, at hann ikki kann sigast hava røkt embætið sítt á “fullgóðan hátt”, skal tað sjálvsagt eisini hava avleiðingar fyri hann.
Tað ynskir Jørgen sjálvandi – men hann tænir ikki síni egnu sak, so óseriøsur sum hann er. Tvørturímóti.