John við Garð bakaði leygardagin breyð nr. 1000 á Sambýlinum á Heynum.
John Við Garð er 89 áragamal og leygardagin høvdu starvsfólkini á Sambýlinum á Heygnum gjørt nógv butur úr.
Orðsøkin varð at John við Garð hevði bakað breyð nummar 1000, tíðina hann hevur verið á Sambýlinum.
Tá vit tosaðu við John helt hann fyri at hetta var óivað seinasta breyði sum hann bakaði.
Starvsfólkini høvdu “i dagens anledning” borðreitt við eini køku við áskriftini “Góði John – Takk fyri 1000 breyð – Heilsan vit á Sambýlinum.




