Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakaði breyð nr. 700

Oliver Joensen

Eitt av teim fyrstu búfólkunum, ið kom inn á Sambýlið á Heygnum, tá tað var tikið í brúk, var John við Garð.

John við Garð var væl fyri tá hann saman við konuni flutti inn á Sambýlið á Heygnum. Kona John var hinvegin rakt av sjúku og tí høvdu tey bæði gjørt av at flyta inn á sambýlið á Heygnum.
Hesi trý árini John hevur verið her, hevur hann bakað rugbreyð til heimið og í síðstu viku bakaði hann rugbreyð nr. 700.
John við Garð segði okkum, at kona hansara bakaði altíð breyð sjálv, men tá heilsan fór at bila henni, byrjaði eg sjálvur at taka mær av hesum arbeiðinum heima í køkinum eisini. Tá vit so fluttu inn á sambýlið, tók eg "Ballerup" mixarin hjá okkum við, sum eg keypti í 1961. Í byrjanini brúkti eg mixaran hjá Sambýlinum, men mær dámdi betur mín egna og tí havi eg brúkt hann síðani.
Breyðini hjá John eru vælumtókt og fleiri av starvsfólkunum hava fingið uppskrivt frá John um hvussu man skal bakað góð breyð. Afturat tí, hava summi fingið sær súrdeiggj frá John.