Jórun Mørkøre hevur valt at selja seinasta triðingin av SP/F Bakaríið hjá Jórun til Christian í Grótinum
Bakaríið hjá Jórun SP/F nýggjan eigara
Jórun Mørkøre hevur valt at selja seinasta triðingin av SP/F Bakaríið hjá Jórun til Christian í Grótinum.
Í maj 2015 keypti Christian í Grótinum 2/3 av SP/F Bakaríið hjá Jórun. Síðani tá hava Jórun og nýggju eigarnir arbeitt miðvíst við at betra um raksturin í felagnum, umframt at ymiskar broytingar eru gjørdar.
Fyrr í ár fór Jórun frá sum stjóri, og nú hevur Jórun valt at selja seinasta triðingin av felagnum.
“Eg havi arbeitt sum bakari í meira enn 28 ár og við mínum egna bakaríi síðani 1999, tá ið eg yvirtók bakaríið hjá Kurt (KI). Eg vil kanska siga, at tað er mítt lívsverk eg havi selt og sjálvandi er tað við blandaðum kenslum, at eg havi valt at selja mín part, men tíðirnar broytast og hetta er tann rætta avgerðin fyri meg. Sølan er gjørd í fullari semju millum partarnar og vil eg ynskja nýggju eigarunum alt tað besta” sigur Jórun Mørkøre.
“ Vit fara at takka Jórun fyri samstarvið og fara at ynskja henni alt tað besta í framtíðini. Bakaríið hjá Jórun er eitt samlingspunkt í Klaksvík, umframt at bakaríið leverar bakstur til handlar kring alt meginøkið. Vit vilja seta fokus á, at vit eisini frameftir fara at veita okkara kundum ein góðan og spennandi bakstur og eina góða tænastu” sigur Jan Petersen, stjóri í Christian í Grótinum.




