Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakaríið hjá Símun gjørdi køku til Norrønu

John William Joensen

Bakaríið hjá Símuni tekst við mangt og hvat innan bakstur.
Seinasta skotið á stammuni er, at Bakaríið hjá Símun í Klaksvík hevur gjørt eina stóra køku til móttøkuna av Norrønu. Tað er Ferðaráð Føroya, ið hevur givið køkuna til Norrønu og á køkuni er vøkur litmynd av nýggja flaggskipinum í Føroyska flotanum. Símun Akursmørk sigur, at bakaríið vanliga fær nógvar bíleggingar av slíkum køkum áðrastaðni frá í landinum.