”zTrý ár eru liðin, síðani Bakkafrost legði fram íløguætlanina frá 2013 til 2017. Hendan íløguætlan bleiv dagførd á sumri 2014, og nú er hóskandi, at Bakkafrost setir sær nýggj mál, sum røkka fram til 2020.” Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti.
Bakkafrost leggur í morgun fram nýggja framtíðarætlan fyri menningina av felagnum komandi fimm árini. Ætlanin er fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 og setir fram mál, sum Bakkafrost ynskir at náa í hesum tíðarskeiði.
Í framtíðarætlanini sæst, at Bakkafrost fer at gera íløgur fyri 2,2 milliardir krónur næstu fimm árini.
Størstu íløgurnar í smoltstøðir
Íløgurnar í nýggju ætlanini verða gjørdar í fleiri pørtum av virðisketuni, og størsti parturin fer til smoltstøðir. Íløgur verða eisini gjørdar í framleiðsluna av fiskamjøli, lýsi og fóðri og í sjógvalingina. Íløgurnar verða fíggjaðar við peningi frá rakstrinum og núverandi tøkum fíggingarmøguleikum.
Í 2013 varð ein ætlan løgd um at økja støddina á smolti úr 100 grammum til 150 gramm. Fyri at røkka hesum máli hevur Bakkafrost gjørt stórar útbyggingar á smoltstøðunum á Norðtoftum og á Viðareiði. Útbyggingin á Norðtoftum varð liðug í 2014, og útbyggingin á Viðareiði verður eftir ætlan liðug í summar.
Næsta stóra avbjóðingin er at framleiða 14 milliónir smolt um árið, sum í miðal viga 500 gramm. Fyri at náa hesum máli er Bakkafrost farið undir at byggja stóra smoltstøð á Strond. Umframt smoltstøðina á Strond, ætlar Bakkafrost at økja smoltorkuna við fleiri íløgum í smoltstøðir.
725 fulltíðar størv eru á Bakkafrosti.




