Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost hevði 254 milliónir krónur í rakstraravlopi fyrsta ársfjórðing í ár

Helgi Abrahamsen

Alideildin og framleiðslan av fiskamjøli, lýsi og fóðri høvdu eitt gott rakstrarúrslit í fyrsta ársfjórðingi í ár, men framleiðslan av lidnum vørum gav hall. Tað sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í morgun.

Regin Jacobsen, stjóri, vísir á, at lækkaða útboðið av aldum laksi og støðugt hækkandi eftirspurningur eru orsøkin til eina stóra hækking av laksaprísinum seinastu mánaðirnar. Men hetta ger samtíðis umstøðurnar truplar við framleiðsluni av lidnum vørum.

“Komandi hálva árið verður sera spennandi hjá Bakkafrost, tí tvær av høvuðs­íløgunum – smoltstøðin á Viðareiði og nýggja kryvji- og góðskingarvirkið á Glyvrum – verða fullførdar. Hesar íløgurnar eru ein týðandi partur til tess at betra um kappingarførið hjá felagnum, samstundis sum tilbúgvingin hjá Bakkafrost, og aling sum heild í Føroyum, gerst munandi betri,“ sigur Regin Jacobsen.

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í fyrsta ársfjórðingi í 2016 var 254 milliónir krónur samanborið við 235 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í 2015. Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 261 milliónir krónur samanborið við 195 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

Framleiðslan av lidnum vørum gav eitt rakstrarhall á 25 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstraravlop á 22 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør.

Rakstrarúrslitið av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 61 milliónir krónur samanborið við 55 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing í fjør.

725 fulltíðar starvsfólk starvast í samtakinum hjá Bakkafrost.