Bakkafrost hevur gjørt avtalu við Havila Shipping í Noreg um keyp av skipinum ”Havila Princess”. Nýggja skipið fer at virka sum tænastuskip hjá felagnum og fer at røkja ymiskar uppgávur viðvíkjandi aling á sjónum, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í dag.
Skipið sum fær navnið ”Martin”, verður eftir ætlan sett í rakstur stutt eftir ársskiftið. Tað er 73,5 metrar langt og 16,6 metrar breitt, og tað hevur tvær skrúvur til framdrift og tvær síðuskrúvur. Skipið er útgjørt við DP (Dynamic Positioning) og hevur eitt stórt arbeiðsdekk á 704 fermetrar. Ætlanin er at gera skipið út við eini skipan, ið verður nýtt til at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Við hesum verður orkan hjá Bakkafrosti at reinsa laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum munandi økt, sigur felagið.
Brunnbáturin Hans á Bakka hevur síðani hann kom til landið verið nógv brúktur til at viðgera móti lús, men tað var ikki tað, hann var keyptur til, og tí hevur Bakkafrost brúk fyri einum skipi afturat, fyri at Hans á Bakka kann verða brúktur til tøku.
Stórt reiðarí
Bakkafrost eigur nú somikið nógv skip og bátar, at virkið fyri nøkrum vikum síðani setti ein rakstrarleiðara til at taka sær av hesum partinum av virkseminum, sum millum annað umfatar ”trygd á sjónum”.
Tað er Sverri Kjærbæk, sum er settur í nýggja starvið. Hann er útbúgvin skipsførari og hevur áður siglt við bingjuskipum hjá Maersk, og hevur eisini verið skipari á Norrønu. Seinnu árini hevur hann siglt við veitingarskipum innan oljuvinnuna.
Umframt nýggja skipið hjá felagnum, eigur Bakkafrost brunnbátarnar Hans á Bakka, Víking, Stígarbrúgv og Vesthav og harumframt eigur felagið millum 60 og 70 smærri bátar.




