Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bakkafrost keypt fóðurskip frá JT electric

Tíðindaskriv

Fyrr í vikuni kom fóðurskipið “Teistaklettur” inn á Vágsfjørð. Talan er um eitt 75m langt fóðurskip, sum Bakkafrost hevur keypt frá JT electric til aliøkið í Hovsfirði.

Fóðurskipið rúmar 800 tonsum av fóðri, og er útgjørt við nýmótans fóðringskipan, sum er ment av starvsfólkum hjá JT electric á Kambsdali.

– Vit eru errin av at hava veitt Bakkafrost tvey fult útgjørd fóðurskip í ár, sigur Suni Justinussen, stjóri á JT electric. Stórar verkætlanir sum hesar hava sera stóran týdning fyri okkum, tí tær menna okkara starvsfólk og styrkja okkum í altjóða kappingini.  

Umbyggingin av skipinum varð gjørd á eini skipasmiðju í Póllandi, har starvsfólk úr Føroyum hava leitt og gjørt partar av arbeiðinum. Stóri parturin av tøknini er framleiddur á Kambsdali og síðan ísettur í Póllandi.

– Okkara starvsfólk hava lagt stóra orku í hesa verkætlan, og vit fegnast um, at vit kundu lata fóðurskipið til Bakkafrost ein mánað áðrenn tíðarfreistina, sigur Suni Justinussen.

Á JT electric starvast 32 fólk, og fyritøkan er ein heildarveitari av tøkni til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.