Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bakkafrost sáttmála við Rolls-Royce á 60 mió.

Danial Viðoy

Rolls-Royce hevur skrivað undir sáttmála við Bakkafrost. Sáttmálin inniheldur útflýggjan av sniðið og útgerð til brunnbátin, ið týrkiska felagið Tersan byggir. Sáttmálin við Rolls-Royce hevur virðið á umleið 60 milliónir krónur.

Rolls-Royce hevur skrivað undir sáttmála við Bakkafrost. Sáttmálin inniheldur útflýggjan av sniðið og útgerð til brunnbátin, ið týrkiska felagið Tersan byggir. Sáttmálin við Rolls-Royce hevur virðið á umleið 60 milliónir krónur.

Brunnbáturin er av sniðinum Rolls-Royce, týpa NVC 386, við tí eyðkenda “Wave Piercing” bogaskapinum, ið avmarkar bylgjumótstøðuna upp til tíggju prosent samanborið við vanliga kúlustevnið. Av hesum ber til at útflýggja fisk og vøru annars til tíðina, hóast sjaskveður – og uttan at brúka eyka brennievni.

– Bakkafrost fær við hesum nýskapandi bátinum ein heilt nýggjan og lættari gerandisdag, sigur Monrad Hide, leiðari fyri fiski- og serskip hjá Rolls-Royce. – Tað er tikið hædd fyri góðsku, orku, hentleika og umhvørvi. Eitt stórt kanningararbeiði liggur aftan fyri verkætlanina.

Umborð verður fiskurin goymdur í trimum lastarúmum við fullari vatnsirkulatión og seyring, sum ger at fiskurin allatíðina er heilt frískur. Eitt stórt ávlúsingaranlegg skal eisini umborð.

Báturin verður 75,8 metur langur og 16 metur breiður. Lastakapasiteturin verður 3000 rúmmetrar, sum er tað sama sum 450 tons av livandi fiski.

Tað er eisini tikin hædd fyri arbeiðsumstøðum og liviumstøðum umborð. Sjey eittpersóna kømør, stór messa og venjingarhøli við brúsum.

Brunnbáturin til Bakkafrost er tann triði, sum Rolls-Royce hevur sniðgivið. Norska “Sølvtrans” fingu í oktober ein líknandi og ein annar, umframt tann hjá Bakkafrost, er eisini í gerð.

Upprunagrein