Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ball í Havn – 72% av alment játtaðu íløgunum skulu brúkast í Havn

John William Joensen

Sambært Gjaldstovu Føroya verða samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu (íroknað íløgur sum játtaðar vóru í 2015 og fluttar til 2016) heilar 327.550 mió. kr. sum er 61,4 % av samlaðu kommunalu íløgunum.

Sambært Gjaldstovu Føroya verða samlaðu íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu (íroknað íløgur sum játtaðar vóru í 2015 og fluttar til 2016) heilar 327.550 mió. kr. sum er 61,4 % av samlaðu kommunalu íløgunum.

Íløgurnar sum kommunukassin í Havn fer at brúka í ár er munandi størri enn samlaðu íløgur hjá landinum, sum í ár eru settar at verða 292 mió. kr.

Av hesum 292 mió. kr. sum løgtingið hevur avsett til íløgur er meginparturin oyramarka til Tórshavn.

Umbygging av Tinganesi……………… 2,0 mió. kr.

Skúladepilin við Marknagil…………111,0 mió. kr.

Kringvarp Føroya ……………………….10,0 mió. kr.

Kirkjubømúrurin …………………………11,0 mió. kr.

Landssjúkrahúsið…………………………60,0 mió. kr.

Í Tórshavnar Kommunu ……………….194 mió. kr.

Restin av landinum fáa tilsamans 76,250 mió. kr. til íløgur.

Sostatt kunnu vit staðfesta at tað almenna í ár 2016 fer at gera íløgur í Tórshavn fyri meira enn hálva milliard – nevniliga kr. 521,550 mió. kr.

Samstundis gera Land og kommunur einans 206.065 mió. kr. í íløgum uttan fyri Tórshavnar Kommunu í 2014.

T.v.s. at hóast 60% av fólkinum býr uttanfyri høvuðsstaðin verða 28 % av íløgunum sum Almennu Føroyar fara at gera í 2016, lagdar uttan fyri høvuðsstaðin.

Hesin veruleiki verður als ikki viðgjørdur í politisku skipanini nú ætlanin er at inntøkurnar frá Fiskivinnuni fyri stóran part skulu leggjast í landskassan fyri at ”alt” Føroya fólk skal fáa ágóðan av náttúrutilfeinginum.

Sambært tølunum frá Gjaldstovu Føroya verður eitt brúkaraball uttan líka í høvuðsstaðnum 2016 nú kommunur og land leggja 72% av fíggjarorkuni í høvuðsstaðin.