Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BANKAMÁLIÐ ENDANÐI SUM EITT SKARVABØLI !

John William Joensen

Javnaðarstjórnin hjá Jóannesi Eidesgaard fæst í hesum døgum við at forera ein banka burtur til útlendingar og nakrar føroyingar, sum hava orku og fíggjarmegi at gerast partur av klondyke søguni Føroya Banki, skrivar Tórbjørn Jacobsen

tórbjørn jacobsen

Hóast fleiri ávaringar og áheitanir frá andstøðuni, um at taka betri partar fyri seg, hevur tað verið sum at sletta vatn á gás, og sjón gongur nú fyri søgn, at óskipaða og alt ov bíliga sølan, eittans er avleiðing av kroniskum pengatroti í landsins kassa. Tjóðveldisflokkurin varð í hvussu er rikin úr samtyktini, táið meginmál okkara í hesum førinum var skipan av búskapargrunni. Til at lofta eingangsinntøkunum frá privatiseringunum av almennum ognum. Hartil helt semjan ikki, og harvið er tað sjálvsagt, at vit ikki kenna okkum sum part av henni longur. Samgongan hevur tvær ferðir atkvøtt grunnin niður og norður á tingi, seinastu ferð beint fyri tinglok í vár.

Politiski pyromanurin Bárður Nielsen kyndi og oysti benzin á bálið, og tók til beins áðrenn hann skoldaði sær holdið. Handlangarin hjá Óla Breckmann úti í Albert Hall toldi ikki longur roykin úr sínum egna bakaríi. Eftir at hava roynt alla Friedman ástøðina, í dastið av einum valskeiði, har samfelagið er farið fullkomuliga úr lið, stakk hann í sekkin, og setti eina skralltóma tægu eftir sær.

Magni Laksafoss er settur á ein uriaspost. Hann skal rudda upp eftir eksperimentini hjá Fólkaflokkinum, sum frá fyrsta degi nýtti Bárð, sum vilja- & hugsjónarleysan transformator, í mest høgrahalla búskaparpolitikki í landinum nakrantíð. Og Magni váttaði hetta kvøldið í útvarpinum, at landskassin var at kalla tómur. Tí var búskapargrunnurin irrelevantur í løtuni, eingangsavkastið frá bankasøluni skuldi í likviditetin, fyri at samgongan hjá Jóannesi kundi larra ábyrgdarleys víðari valskeiðið á tamb.

Hetta er nú almenn vitan, og vit mega bara vóna, at Magni megnar at byrgja upp fyri ringastu avleiðingunum. Higartil hevur hann í hvussu er megnað at hildið sína egnu kós, og enn hevur tað eftir øllum at døma ikki eydnast Fólkaflokkinum at neyðtaka hann politiskt, fakliga jørðildið tykist hjálpa honum í royndini, at skipa ein sjálvstøðugan profil í Fíggjarmálaráðnum, sum eisini Sambandsflokkurin fer at fáa gagn av, serliga táið nýggj heimastýrisstjórn skal skipast eftir komandi val.

Nýggjasta fasettin í politisku skipanini er, at embætisverkið er í holt við at taka róðurtørnið. Bankamálið er vorðið eitt skarvabølið, har hvør hanus og janus disponerar sum honum lystir. Í kvøld hoyrdu vit í úf, at politiski ballónseljarin og power point eksperturin, departementsjefurin hjá Jógvani á Lakjuni, førdi seg sjálvan fram sum ein føroyskan Johann Friedrich Struensee. Sólkongurin man hava givið skarvin yvir, og hava heitt á allar sínar teknar um at leggja vápnini, eisini Lakjumannin úr Fuglafirði.

Antakiligt er aðalstjórin í Mentamálaráðnum maðurin, sum skal reka valstríðið fyri høgravendu javnaðarstjórnina, nú startskotið – hvørvisjón 2015 – fer úr múlanum í dimmalættingini í morgin. Hin spinndoktarin fekk kvababbilsi, og boðaði alment frá, at hon ikki troystaði sær at reka valstríð fyri almenna løn. Afturfyri er Petersen nú on stage á fleiri hermótum. Umframt at vera serfrøðingur í at gera bilateralar granskingaravtalur við m.a. ES-londini, hevur hann nú einsamallur fingið játtanarmyndugleika og dispositionsrætt yvir fíggjarliga fæi skattaborgaranna – frá ovastu rók í nesinum kann man ætla.

Málið snýr seg um listaverkini, sum hava verið ogn hjá Sjóvinnubankanum og Føroya Banka og hesi seinastu árini hjá samanlagda bankanum.

2. mars 2007 legði undirritaði fram uppskot til samtyktar fyri Tjóðveldisflokkin – um alment listakeyp. Undir fyrstu viðgerðini 9. mars kom hugskotið upp, um at skekla listaverkini úr bankanum fyri privatiseringina. Tað tóktist vera breið semja um málið, hóast uppskotið til samtyktar, sum snúði seg um list og alment byggjarí yvirhøvur fall, táið komið varð til skarpskeringar.

2. mai setti undirritaði fram á tingi ein munnligan fyrispurning um sama mál. Hann varð settur táverandi landsstýrismanni í fíggjarmálum, Bárði Nielsen. Í svarinum staðfesti landsstýrismaðurin, at listaverkini høvdu eitt heilt serligt og hartil søguligt virði. Hann gjørdi samstundis greitt, at avgerð var tikin um, á landsstýrisfundi má gangast út frá, at almenni myndugleikin skuldi tryggja sær, at listaverkini í bankanum ikki vórðu ein partur av privatiseringini. Hann spískaði viðmerkingina uppaftur meira, táið hann segði: ”Listaverkini verða ikki seld saman við bankanum, men vera hinvegin eftirhildin sum almenn ogn”, og síðani legði hann afturat, at ætlanin var at leggja tey í ein sjálvsognarstovn. Sambært Bárði, sum hevði fregnast í bankanum, so snýr málið seg um m.a. 900 málningar. Virðismeting skuldi gerast av samlaðu verkunum. Eftir at landsstýrismaðurin í tinginum hevði váttað, at landsstýrið, sum útinnandi vald, hevði tikið hesa avgerðina, vegna eigaran, løgtingið, hava tey flestu hildið, at málið lá í tryggum hondum.

Tað er óskikkur, táið politikkarar fara í klinsj við embætisfólk, tað eigur ikki at koma fyri, men nú aðalstjórin í Mentamálaráðnum alment er farin at tosa sum politikkari, og eftir øllum at døma hevur fingið útdelegerað vald sum slíkur, og hevur flutt seg út á opna politiska pallin, er væl saktans onki forgjørt í, at hann verður viðfarin sum ein fólkavaldur, við tí hvølju ein slíkur má dressera seg við, skal hann koma sær heilskapaður fram eftir órannsakiligu loynistíggjunum í tí gebetinum.

Fyri 5 vikum síðani boðaði landsstýrið, sum áður nevnt, tinginum frá, at avgerðin var tikin. Listaverkini vóru tikin úr privatiseringini. Tey skuldu vera eftir hjá eigaranum, skattaborgarunum og løgtinginum, sum varðar av ognum fólksins. Í útvarpinum sigur Petur Petersen nú, at hann hevur gjørt eina avtalu um at keypa listaverkini frá bankanum. Hann vil ikki upplýsa prísin fyri almenninginum, sum annars eigur verkini. Sagt varð eisini, at partur av avtaluni er, at bankin í nøkur ár fram skal hava ræðisrætt yvir listaverkunum. Hann helt eisini, at avtalan var skilagóð fyri báðar partar. Tað er sjálvandi trupult at meta um hjá okkum, sum onki kunna fáa at vita um málið, og hvør ið annars hevur givið aðalstjóranum rættin, at halda málið fjalt fyri eigaranum, tað mátti onkur í annars søra skaranum av journalistum kunna oppað seg til at spurt um. Men so eigasørt. Mikrofonhaldaríið fyri maktini hevur ongantíð verið nær í námind so grelt sum nú, og tað fer at vera uppaftur verri, nú táið løgmaður fer at senda ballónir upp úr politiskt dekningsleysa idékataloginum hjá hvørvisjónabólkunum higani og fram til Ólavsvøku. Aftur til málið, hvar bleiv virðismetingin hjá Bárði av? Onkur heldur, at listaverkini hava eitt virði á nógvar tíggjutals milliónir, onkur sigur 100, annar 150 og besta boðið higartil hevur kjálkað fram ímóti 200 milliónum krónum.

Struensee paralellurin gleivar avgjørdur um stikið, millum embætisverk og politikk, táið hann útbasunerar fyri Føroya fólki í útvarpinum, at: ”Landið fær væl burturúr søluni av bankanum, og tí er tað hóskandi, at brúka ein part av pengunum til at keypa listaverkini fyri.” Nú er politikkarin á pallinum. Ongin ivi. Beint ímóti avgerðini hjá landsstýrinum, sum Bárður boðaði tingmonnum frá 2. mai, hevur Petur Petersen nú gjørt eina avtalu við Føroya Banka, um at keypa listaverkini frá hesum sama, sum í hesum døgum fer á aðrar hendur.

Hvat meinar aðalstjórin við, táið hann sigur, at landið fær væl burturúr søluni? Hvørjir eru parametrarnir hann meddar eftir, og hví heldur hann, at landið fær væl burturúr, táið serfrøðingarnir halda, at bankin verður seldur alt ov bíliga. Og hvør hevur givið honum heimildina, at disponera yvir einum parti av sølupeninginum, táið hann nú sigur, at hesin skal brúkast til at keypa listaverkini fyri, sambært eini avtalu sum hann longu hevur gjørt við nýggju eigararnar? Setir maðurin seg ikki omanfyri alt demokratiskt vald við hesi útsøgnini?

Bankamálið, sum eina løtu sá út til at liggja toluliga væl fyri í svinginum, er nú átøkt einum skarvabøli. Búskapargrunnurin, sum var avgerandi partur av samtyktini, verður ikki skipaður at hýsa realavkastinum, tí at samgongan er komin í fíggjarligt trot, og nú bankin fer oman av lunnunum hevur ein departementsjefur bráðliga tikið sær vald til at disponera yvir parti av ágóðanum. Onkur man hava givið honum heimildina, annaðhvørt Jógvan ella Eidesgaard. Tey sum ikki eiga fæ, at keypa sær partabrøv fyri, skula nú yvir skattabillettina gjalda nýggju eigarunum 10-tals – ella 100-tals – milliónir fyri listaverkini, sum sambært almennari fráboðan vóru tikin út úr bankanum fyri privatiseringina.

Onkur ábyrgdarhavandi má siga okkum, hvør ið hevur klossað so gevaldiga í tí, frá landsstýrisavgerðini, sum var fráboða 2. mai í tinginum, og til hendan ólukku dagin, táið Petur Petersen tekur sakina í egnar hendur, og ger ein keypssáttmála við bankan um at keypa tað, sum ongantíð skuldi havt verið til sølu.

Jóannes Eidesgaard átti at fylgt ráðunum frá Djokaranum, og skrivað út nýval alt fyri eitt, fyri samfelagsins sakir, nú hann er komin fram at vandamørkum, og er farin at knúsa inventarið til pinnabrenni, bara fyri at halda hitanum í socialdemokratisku valdskoluni sum longst. Upptakið verður ikki fyri sartar sálir, og tað er ikki óhugsandi, at nýggj kapabul menniskjaamboð mega setast inn á umsitingarligu røkurnar, bara fyri at boðini skula berast í bý.

Harleywoodpaint