Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bankar í kríggj móti egnum barnið

John William Joensen

Stóru føroysku bankarnir boða frá rentulækking at koma í gildi tann 20. juni og merkisvert er at bankarnir lýsa við einari lægstu bústaðarrentu á 3,4 % ella 3,0% tá hetta er ikki sannleikin – realkredittlánini, sum somu bankar umboða, er einans 2%.

Stóru føroysku bankarnir boða frá rentulækking at koma í gildi tann 20. juni og merkisvert er at bankarnir lýsa við einari lægstu bústaðarrentu á 3,4 % ella 3,0 % tá hetta er ikki sannleikin – realkredittlánini, sum somu bankar umboða, er einans 2%.

Men tað er júst her skógvurin trýstir hjá peningastovnunum, tí tá bankarnir fyri stuttari tíð síðan manglaðu pengar bjóðaðu teir kundum sínum bílig realkredittlán frá útlendskum grunnum og so hvørt sum kundarnir fluttu til útlendsku realkredittlánini fingu peningastovnarnir tøkan pening og eina lítla provisjón omaná.

Men nú er støðan broytt – peningastovnarnir standa at bresta av pengum og hava færri kundar og minni fortjenastu. Tí er alt tos um realkreditt tagna, og ringir tú í ein peningastovn og spyr hvat lægsta bústaðarrentan er so er svarið 3,4 % ella 3,0 % og einki verður nevnt um realkreditt sum liggur eitt heilt prosent lægri.

Spyr kundin eftir realkreditt, so er tað eitt sindur trupult, hóast tað eisini er ein møguleiki.

Í lýsingarherferð verður sagt beinleiðis at lægsta bústaðarrentan er 3,4 ella 3,0 prosent og vísir hetta at bankarnir nú eru farnir í kríggj móti egnum barnið, sum bert fyri trimum árum síðan var besta tilboði hjá kundanum.

Men realkreditt hevur kosta føroysku peningastovnunum kundar og er ein beinleiðis orsøk til at bakarnir í stóran mun eru noyddir at leggja á annan bógv – hetta er einans handilsskapur – men ofta kann verða trupult at verða kundi og velja tað rætta fyri teg tá mjørkatos/handilstos larmar so hart.

Harleyfacadeacryl