Harley
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bankin letur uppaftur kl. 13.00

Oliver Joensen

Verkfallið á fíggjarøkinum er av, eftir at semja varð gjørd millum AFF og Finansforbundet í morgun. Allar deildir hjá Føroya Banka lata uppaftur kl. 13.00 í dag, og telefonirnar svara frá kl. 9.30.

31/5-2007
Semja varð gjørd millum AFF og Finansforbundet kl. 6.00 í morgun, tá partarnir samdust um ein lønarkarm á 11,94% í 4 ár umframt eina ávísa trygd fyri lønarvirðinum tað fjórða árið.
Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, fegnast um, at semja er fingin í lag:
„Arbeiðssteðgurin var ónøktandi bæði fyri bankan og kundarnar. Nú gera vit klárt at lata uppaftur, so viðurskiftini kunnu verða normaliserað sum skjótast. Vónandi hevur arbeiðssteðgurin ikki órógvað ov nógv,” sigur hann.
Næsta avbjóðingin hjá Føroya Banka verður, at bankin skal børsskrásetast. Arbeiðið við børsskrásetingini er komið væl áleiðis, og bankin verður skrásettur í juni 2007 sum ætlað.

Harleyfacadeacryl