Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik fekk eitt úrslit áðrenn skatt á 64 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi

Tíðindaskriv

BankNordik fekk eitt ársfjórðingsúrslit á 64 mió. kr. fyri skatt, millum annað orsakað av høgum virðisjavna íkomin av rentulækkingini. Triðja ársfjórðing á rað hevði bankin framgongd í útlánum.

Roknskapurin hjá BankNordik fyri fyrsta ársfjórðing 2015 vísir, at bankavirksemið framvegis er í vøkstri, hetta verður endurspeglað í munandi hægri inntøkum frá tænastugjøldum og vøkstri í útlánum á øllum trimum marknaðum. Tryggingarvirksemið í samtakinum hevði eisini ein vøkstur í inntøkum frá tryggingargjøldum, men ein ringur vetur við stórum skaðaendurgjøldum hevði við sær eina afturgongd í tryggingarúrslitinum. Stóra rentulækkingin í ársfjórðinginum leggur trýst á inntøkuna frameftir, men hevur í ársfjórðinginum eisini givið bankanum ein stóran kursvinning á virðisbrævagoymsluni.

Eftir eitt tíðarskeið við lækkandi rentuinntøkum, hava nettorentuinntøkurnar í fyrsta ársfjórðingi í 2015 verið í vøkstri samanborið við ársfjórðingin frammanundan. Harumframt eru inntøkurnar frá tænastugjøldum vaksnar lutfalsliga nógv samanborið við sama ársfjórðing í fjør. Harafturímóti eru nettoinntøkurnar frá trygging ávirkaðar negativt av stóru skaðaendurgjøldunum. Samanløgdu rakstrarinntøkurnar teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum vóru sostatt 182 mió. kr. samanborið við 187 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Men av tí at virðisjavnin er munandi hægri enn í fjør, fekk samtakið eitt ársfjórðingsúrslit á 64 mió. kr. fyri skatt.

“Tað er gleðiligt at staðfesta framgongd í virkseminum, og at inntøkurnar eru í tráð við útmeldingarnar, serliga við teimum núverandi fortreytunum við sera lágum rentum”, sigur Janus Petersen, forstjóri.


Væntanir fyri 2015

Leiðslan í BankNordik væntar framhaldandi eitt úrslit fyri 2015 sum heild á 200-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í árinum var hetta úrslit 39 mió. kr.

Niðurskrivingarnar á útlánum vóru 20 mió. kr. (netto) fyrsta ársfjórðing. Hesar koma orsakað av hagtalsliga útroknaðum bólkaniðurskrivingum á 5 mió. kr., umframt eina niðurskriving sum avleiðing av eini undirmeting av trygdini hjá bankanum. Niðurskrivingin var 15 mió. kr. fyri ein einstakan vinnukunda. Bankin metir ikki, at tílíkar hendingar gerast vanligar. Tí verður væntað, at niðurskrivingarnar verða lægri í 2015 enn árið fyri, tá tær vóru 85 mió. kr.

Væntanirnar til framtíðar búskaparligu gongdina eru sum vera man knýttar at óvissu og váða, og tískil kunnu veruligu úrslitini víkja munandi frá væntanum.


Framvegis góður solvensur og gott gjaldføri

Við einum solvensi á 14,6 % við ársfjórðingsskiftið hevði BankNordik eitt rásarúm á 5,8 prosentstig í mun til lutvíst lága lógarkravið á 8,9 %, sum endurspeglar neyvu váðastýringina hjá bankanum.

Í sambandi við ætlaðu stigvísu verksetingina í Føroyum av regluverkunum viðvíkjandi bæði serliga týdningarmiklum peningastovnum (SIFI) og nýggju kapitaldekningarreglunum (CRD IV) frá væntandi øðrum hálvári í 2015, væntast kapitalkravið til bankan at hækka til knapt 14 % við ársenda 2019. Soleiðis livir bankin longu upp til tey komandi herdu kapitalkrøvini.

Eisini hvat krøvunum til gjaldføri viðvíkur, hevði BankNordik ein sterkan yvirdekning við endan av ársfjórðinginum, við tað at gjaldførið var 2,6 ferðir lógarkravið.

Harleywoodpaint