Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Banknordik kannar møguleikar at byggja nýggja deild í Klaksvík

John William Joensen

John Rajani, stjóri í Banknordik, sigur at í sambandi við ætlanirnar at byggja nýggjan bygning til virksemið hjá BankNordik í Klaksvík verður verandi bankabygningur lýstur til sølu. Leiðslan í bankanum kannar um byggjast skal nýtt ella um aðrir møguleikar eru.

-Bankadeildin í Klaksvík skal í næstum umvælast tí bygningurin er gamal og samstundis mugu vit ásanna at hann ikki longur er tíðarhóskandi. Harafturat brúkar bankin ikki stóran part av bygninginum m.a. er øll tann ovasta hæddin tóm.
-Vit eru áhugaðir í at fáa eitt samstarv í lag við møguligar keyparar um framhaldandi at leiga part av bygninginum til bankadeild um tað hevur áhuga.
-Hinvegin arbeiða vit eisini við ætlanum at byggja nýtt í miðbýnum so enn er eingin endalig støða tikin, sigur John Rajani.

Bygningurin er lýstur til sølu á skyn.fo og meira kann lesast her