Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BankNordik og Samvinnan gjørt samstarvsavtalu

BankNordik

BankNordik ynskir at fáa føroyingar heim aftur til Føroya. Sum ein liður í hesum arbeiði hava BankNordik og Samvinnan skrivað undir tvey-ára samstarvsavtalu, har BankNordik verður høvuðsstuðul hjá Samvinnuni. Samvinnan, ið er áhugafelagið fyri føroysk lesandi á Copenhagen Business School (CBS), virkar fyri at skapa tættari tilknýti til føroyska vinnulívið. BankNordik verður sostatt við til at menna hetta samstarvið, og verður ein sjónligur partur av føroyska útisetalívinum í Keypmannahavn

Eirikur H. Sanderson, formaður í Samvinnuni, fegnast um nýggju samstarvsavtaluna. “Við nýggju avtaluni er grundarlagið hjá felagnum styrkt enn meira, so felagið nú í størri mun kann skipa fyri gagnligum tiltøkum fyri føroysk lesandi í Keypmannahavn. Avtalan er eisini við til at styrkja sambandið millum føroysku vinnuna og tey lesandi á CBS, sum er eitt av kjarnumálunum hjá Samvinnuni”

Í BankNordik eru vit fegin um nýggja samstarvið. Føroysk lesandi hava sera stóran týdning fyri føroysku vinnuna og føroyska samfelagið. Við nýggju samstarvsavtaluni ynskja vit at stuðla framhaldandi menningini og tilknýtinum millum lesandi á CBS og føroyska vinnulívið. Sum høvuðsstuðul kann BankNordik virka fyri at veita føroyskum lesandi á CBS enn betri umstøður til at skipa fyri upplýsandi tiltøkum um føroyska vinnulívið, sum vónandi kann virka fyri, at tey koma aftur til Føroya eftir loknan lesnað”, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik. Henda avtala er sostatt partur av eini størri ætlan um at menna og stuðla útisetalívinum í Keypmannahavn og at fáa ungar útisetar at velja Føroyar.

Harleywoodpaint