BankNordik dagførir sína væntan til ársroknskapin fyri 2013, sum er ávirkaður av størri niðurskrivingum og endurgjøldum fyri tryggingarskaðar enn áður væntað.
BankNordik dagførir sína væntan til ársroknskapin fyri 2013, sum er ávirkaður av størri niðurskrivingum og endurgjøldum fyri tryggingarskaðar enn áður væntað.
Rakstrarúrslitið áðrenn niðurskrivingar og ikki afturvendandi postar gjørdist áleið sum væntað í 2013. Áhugin at læna er framvegis avmarkaður samstundis sum kappingin um at læna út er herd. Rakstrarinntøkurnar lækkaðu sostatt nakað í 2013, men við eini munandi sparing eru rakstrarútreiðslurnar lækkaðar á leið tað sama.
Tryggingarvirksemi hevur í farna árið ment seg í tráð við ætlanirnar, men í desember vóru fleiri og størri stormskaðar í Føroyum enn vanligt er, og íkastið frá tryggingarvirkseminum gerst tí 10 mió. kr. minni enn áður væntað.
Sum áður fráboða hevur bankin avgjørt at savnað virksemi í samtakinum í Tórshavn í eitt nýtt høvuðssæti. Verandi bankabygningar eru seldir til yvirtøku í 2015, tá nýbygningurin væntast at vera tikin í nýtslu. Roknskaparliga bókaði bankin ein vinning á 18 mió. kr. í fyrra hálvár 2013 upp á søluna av bygningunum, men hesin vinningur er á støði við eina tilsvarandi niðurskriving í fjórða ársfjórðingi upp á byggiætlanina, tí sambært roknskaparreglunum skal verkætlanin virðismetast samsvarandi einum mettum leiguvirði – og ikki byggikostnaðinum.
Niðurskrivingarnar upp á útlán verða væntandi 145-150 milliónir krónur í mun til 115 milliónir krónur í 2012. Hesar stava í høvuðsheitum frá privatkundum og smærri vinnukundum.
Væntanir til úrslitið fyri 2013
Í eini fyribils meting væntast úrslitið í 2013 nú at gerast áleið 100-120 milliónir krónur fyri skatt í mun til 121 milliónir krónur í 2012. Áðrenn virðisjavna og skatt væntast eitt úrslit millum 85-100 milliónir krónur í 2013 í mun til 102 milliónir krónur í 2012. Bankin væntaði áður, at hetta úrslit gjørdist millum 130-160 milliónir krónur.
Í fyrbilsuppgerðini er solvensur bankans uppgjørdur til áleið 14,8% við ársenda 2013, sum er 5,9 prosentstig hægri enn individuelli solvenstørvur bankans á 8,9%. Samstundis hevði bankin eitt gott gjaldføri, sum var 178% størri enn gjaldføriskravið.
Ársroknskapur bankans fyri 2013 verður eftir ætlan almannakunngjørdur tann 27. februar 2014.




