Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara 19 leikarar til Rumenia

Jákup Ósá

Ongantíð fyrr í hesi EM undankappingini hevur føroyska landsliðið havt so fáar leikarar.

Fyrst blivu 21 leikarar tiknir út. Síðani góvu Bárður Hansen og Jónas Tór Næs avboð. Fyri teir báðar kom René S. Joensen. Síðani gav Arnbjørn T. Hansen avboð og fyri hann kom Andreas L. Olsen. Tamm seinasti sum gav avboð var Fróði Benjaminsen, men fyri hann kom eingin leikari. Tað merkir, at um einki óvæntað kemur uppí, so er 19 leikarar á dómaraseðlanum sunnudagin, har pláss er fyri 23 leikarum.

Ongantíð so fáir

Hyggja vit eftir hinum dystunum hjá Føroyum í hesi undankappingini, so hava Føroyar altíð havt eitt stað millum 21 og 23 leikarar við til dyst, meðan mótstøðuliðini sum oftast hava havt 23 leikarar. Undantakið var Norður Írland, sum hevði 22 leikarar.

Hagtøl um tal av landsliðsleikarum:

Føroyar-Finnland 1-3

Føroyar: 23 leikarar

Finnland: 23 leikarar

Norðurírland-Føroyar 2-0

Norðurírland: 22 leikarar

Føroyar: 23 leikarar

Føroyar-Ungarn 0-1

Føroyar: 22 leikarar

Ungarn: 23 leikarar

Grikkaland-Føroyar 0-1

Grikkaland: 23 leikarar

Føroyar: 21 leikarar

Kundu fingið kærkomnar landsliðsroyndir

Ein av orsøkunum fyri at taka færri leikarar er helst, at hvør leikari kostar FSF fitt av pengum. Hesaferð er landsliðið burtur í 8 dagar og kostnaðurin fyri hvønn leikara ein slíkan túr liggur sum skilst á umleið 30.000 krónum.

Í EM undankapping fáa feløgini landsliðspengar og hendan upphædd kemur væntandi at vera 35.000 krónur ella meir fyri hesa kappingina. Tí høvdu pengarnir komið aftur til føroyskan fótbólt, um A-landsliðið valdi at taka fleiri leikarar út. Tá nú fleiri avboð eru, so kundi hetta eisini verið eitt gott høvið at sæð nakrar av yngru leikarunum ella aðrar, sum eru tætt uppá landsliðið. U21 landsliðið endaði sína kapping í fjør og har eru nógvir leikarar, sum nú eru ov gamlir til tað landsliðið. Har kunnu leikarar sum Árni Frederiksberg hjá NSÍ og Rógvi Joensen hjá TB nevnast, sum báðir hava verið sannførandi fyrstu fýra umførini í Effodeildini í ár.

Seinni í dag hava vit samrøðu við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í FSF, har vit spyrja hann, hví bara 19 leikarar eru í hópinum til landsdystin hesaferð, har tað annars altíð hava verið minst 21 leikarar.