Mánadagin á middegi var freistin úti at søkja um starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.
Mánadagin á middegi var freistin úti at søkja um starvið sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar kommunu.
”Tá freistin var úti vóru bara 4 umsóknir komnar inn,” sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.
”Vit hava tí gjørt av at søkja av nýggjum, ” sigur hann.
Í starvslýsingini stóð, at tekniski stjórin skal vera næsti ráðgevi hjá teknisku nevnd, umhvørvis- og býarskipanarnevndini, borgarstjóranum og kommunustjóranum, og hann kemur tí at arbeiða í maskinrúminum, har politikkurin verður mentur, og har sum karmarnir um menning, trivnað og vøkstur í Klaksvíkar kommunu verða lagdir.
Seinastu árini hevur Klaksvíkar býráð orðað yvirskipaðar politikkir og sett sær politisk mál á fleiri økjum. Barna- og ungdómspolitikkur og integratiónspolitikkur eru samtyktir í býráðnum, meðan umhvørvispolitikkur og vinnupolitikkur eru ávegis.
Munagóðar íløgur eru gjørdar í miðbýin, útstykking er gjørd til íbúðarbygging, eins og útbyggingar eru framdar á skúla- og ítróttarøkinum. Ætlanin er, at tekniski stjórin skal hava ein virknan leiklut í hesum arbeiði.




