Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bara aðru ferð KÍ tapir tá Jóannes Bjartalíð skorar

Jákup Ósá

Jóannes Bjartalíð skoraði sunnudagin sítt mál nummar 39 í bestu deildini. Felags fyri 37 av málunum er, at KÍ sama dyst ikki hevur tapt.

 

 

At tað ikki gongur eftir vild hjá KÍ í løtuni sást eisini í søguligu hagtølunum. KÍ misti stig á útivølli móti Skála fyri fyrstu ferð í 4 ár, KÍ tapti í Trongisvági/Tvøroyri fyri fyrstu ferð í 27 ár, KÍ tapti móti B36 í Gundadali fyri fyrstu ferð í 3 ár og nú tapti KÍ móti Víkingi fyri fyrstu ferð í 4 ár.

 

 

Óvanligt at KÍ tapir tá Bjartalíð skorar

Eitt annað óvanligt hendi sunnudagin, tá Víkingur vann 2-1 í Klaksvík. Jóannes Bjartalíð skoraði, men KÍ tapti. Hann hevði undan dystinum skorað 38 mál í bestu deildini og av teimum var tað bara eitt mál í triðja umfari í 2016 móti HB (4-2 tap), sum var partur av einum tapi hjá KÍ. Nú er tað so hent tvær ferðir, at KÍ hevur tapt, tá Jóannes Bjartalíð hevur skorað mál.