Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara ein sessur tøkur í flogfarinum í dag

Norðlýsið

Frá Atlantic Airways verður sagt at flogførini flúgva fullsett millum Føroyar og Danmark í løtuni. Nú kl. 14:45 er bara ein sessur tøkur í flogfarinum og ímorgin er fyrra flogfarið útselt og trý pláss eru eftir til seinra flogfarið.

Við nýggju flogførunum er kapasiteturin øktur munandi, men álíkavæl er full-booka báðar vegir á flogrutuni til Danmarkar.

Hesa vikuna er eisini sera trupult at finna hotel í Keypmannahavn tí flestu hotellini hava boða frá at tey eru útseld, sigur marknaðardeildin hjá Atlantic Airways.