Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bara seks lið luttaka til venjarakappingina í ár

Jákup Ósá

Men tað gevur praktiskar fyrimunir.

Árliga venjarakappingin verður leygardagin í Tórshavn. Hendan kapping hveur verið seinastu árini, har øll liðini í Betrideildini hava verið samlað og kappast. Í ár verður øðrvísi. Fýra lið vera ikki við. EB/Streymur og HB spæla innanhýsis venjingardyst á Eiði, 07 Vestur fer á venjingarlegu í Danmark og TB/FC Suðuroy/Royn hevur takkað nei til at luttaka. Sostatt vera liðini Víkingur, KÍ, B36, NSÍ, Skála og AB.

 

Kappingin verður skipað soleiðis, at øll liðini spæla einaferð móti hvørjum øðrum og dystirnir eru 25 minuttir. Millum dystirnar er steðgur á 10 minuttir, har liðini fáa tíð at skifta vøll at spæla á um neyðugt. Leikt verður á ovara- niðara- og Tórsvølli. Sostatt kunnu øll liðini spæla samstundis og eingin skal bíða heilar dystir. Tann ið fær flest stig vinnur kappingina og enda lið á jøvnum í stigum, so vinnur tað liðið, sum hevur skorað flest mál tilsamans. Kappingin byrjar kl. 13.00 og væntast at vera liðug áleið kl. 16.00.