Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara sigursmálið manglaði

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

(Dystarfrásøgn) Føroyska liðið gjørdi alt tað var ment fyri at fáa sigurin og hevði bæði leikliga yvirvág og nokk av møguleikum, men inn vildi bólturin ikki.

Føroyska liðið spældi í 4-4-1-1 leikskipan, har Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson vóru aftur at síggja í uppstillingini, meðan Róaldur Jakobsen byrjaði sum hangandi álopsleikari.

Jóan Símun væl upplagdur

Fyrri hálvleikur snúði seg í stórum um ein leikara, Jóan Símun Edmundsson. Føroyski álopsleikarin var væl upplagdur og hevði fleiri góðar royndir á málið hjá Lettlandi. Føroyar høvdu gott tamarhald á dystinum, men tá nakað skuldi skapast, so lá tað mesta á Jóan Símuni fyri at fáa avgerandi støðurnar. Einu ferðina endaði skallari eftir innlegg frá Gilla R. Sørensen á stongini.

Trýstu fyri at fáa málið

Í seinna hálvleiki var leikgongdin tann sama. Føroyar sótu fyri tað mesta á dystinum, hóast ein sá, at tað vóru væl størri dygdir á liðnum hjá Lettlandi enn hjá t.d. Andorra. Tí kundu føroyingar heldur ikki vera passivir og gloyma verjupartin. Í seinna hálvleiki fingu føroyingar eisini nakrar stórar møguleikar. Jóan Símun skeyt aftur á stongina, meðan Gilli R. Sørensen skeyt viðsíðuna av.

Kundu neyvan gjørt meir

Hóast tað ikki eydnaðist at vinna, sum tað gjørdi á útivølli, so kunnu føroyingar vera væl nøgdir við sítt avrik. Stríðviljin kundi ikki verið betri, mótstøðuliðið slapp ikki til tað heilt stóra hóast onkran hampiligan møguleika og í álopspartinum skapti føroyingar nóg nógvar møguleikar til at fáa mál. Eisini var gleðiligt at síggja, at allir innskiftu leikararnir – René S. Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Patrik Johannesen – gjørdu mun. Tað sum ikki var gott nokk var, at tað ikki eydnaðist at skora uppá nakran av mál møguleikunum. Føroyar hava nú 9 stig í flottastu undankappingini í søguni hjá føroyska A-landsliðnum. Nú verður dystur um 3. plássið í Ungarn týskvøldið.