Almenni Húsalánsgrunnurin, ið var ætlaður til tey ungu, ið settust í búgv, kann nú bert brúkast av teim ríku.
Páll Poulsen, stjóri á Húsalánsgrunninum sigur við Norðlýsið, at tey hava úr at gera at svara umsóknum um sethúsafígging. – Vit vilja gjarna, men renna okkum í lógina og heildarfíggingina hjá bankunum.
Eftir lógini kunnu vit bert fíggja 80% um húsini eru undir 105 kvm. 70% um tey eru undir 120, 60% um tey eru undir 135, 40% um tey eru undir 150 og onki um húsini eru størri enn 150 fermetrar.
Í praksis vil tað siga, at restina má umsøkjarin hava í eginpeningi, tí fígging fæst ikki frá bankunum til restina. Hetta ber víðari í sær, at tað eru bert tey ríku, sum kunnu brúka Húsalánsgrunnin, tey, ið kunnu leggja 20,30,40 ella 60% av kostnaðinum á borðið.
Rentan hjá Húsalánsgrunninum er 5,75% fyri fyrsta prioritet og 7,5% fyri restina.




