Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bara topp fimm liðini umboðað á landsliðnum

Jákup Ósá

Tey fimm bestu føroysku liðini hava umboð á føroyska A-landsliðnum, sum 14. november spælir í Grikkalandi.

Tey fimm bestu føroysku liðini hava umboð á føroyska A-landsliðnum, sum 14. november spælir í Grikkalandi.

Føroyski A-landsliðsvenjarin Lars Olsen hevur sambært in.fo úttikið sín hóp til landsdystin móti Grikkalandi. Av leikarunum sum eru úttiknir úr føroysku kappingini, so eru tað bara 5 tey ovastu liðini í Effodeildini í 2014, sum hava umboð á A-landsliðnum hesaferð. KÍ leikarin Páll A. Klettskarð er ikki úttikin vegna skaða. Hetta er næsti dysturin á útivølli í hesari undankappingini. Fyrsta dystin bleiv føroyska liðið niðurspælt í Belfast. Grikkaland hevur eftir tríggjar dystir framvegis ikki vunnið nakran dyst í bólkaspælinum. Grikkaland hevur 1 stig og liggur næstaftast í bólkinum, so út frá tí skuldi føroyska liðið havt møguleika fyri at fingið eitt hampuligt úrslit hesaferð.


Hópurin

Gunnar Nielsen, Motherwell

Teitur M. Gestsson, HB

Tórður Thomsen, B36

Jónas Tór Næs, EB/Streymur

Hanus Jacobsen, Víkingur

Viljormur Davidsen, Vejle

Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens

Odmar Færø, B36

Atli Gregersen, Víkingur

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK

Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager

Brandur Olsen, FC Keypmannahavn

Fróði Benjaminsen, HB

Pól Johannus Justinussen, NSÍ

Gilli Sørensen, Aab

Hallur Hansson, Víkingur

Róaldur Jakobsen, B36

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Jóan Símun Edmundsson, HB

Klæmint Olsen, NSÍ

Arnbjørn Hansen, EB/Streymur

Harleyfacadeacryl