Barbara í Gongini hevur sølusýning á Bakaríðnum hjá Jórun 21 maj kl. 16.00 – 21.00 í Klaksvík
Á søluframsýningini vera fjølbroytt snið at síggja av nýggjum og gomlum kollektiónum.
Eitt úrvæl av vetur 06- og summar 07-kollektiónunum í serligum sniðum og ”leikbrotum”.
Merkið Barbara í Gongini hevur sín uppruna í tí ”Avantgarde” Hugtakið kemur úr listaheiminum í Fraklandi í seinru hálvu í 1900 talinum og merkir nýskapandi list.
Mótin hevur tikið hugtakið til sín, og er tað innan hesar karmar, at merkið Barbara í Gongini virkar.
Summar kollektión 07 / er eitt ”knúta tema”
Temaði tekur tó støði í Føroyskum bindisiði og sprettur úr hesum sermerkt og til tíðir skemtilig pløgg. At loysa út lagdi á henda hátt, er vorðin eykennið fyri merkið ”Barbara í Gongini”. Hesum hevur útheimurin eisini tikið væl ímóti m.a. á 59 Bradwick street í London í august 07, har Barbara fekk góð ummæli.
Vetrar kollektión 06 / tekur støði í ”asymetriskum flatum“
Her er talan um eitt samansett skap, sum fremja eitt áhugavert mótspæl og eina annarleiðis heildaruppliving.
Møguleiki er at ogna sær eitt av hesum sermerktu pløggum frá Barbaru við uppí 50 % í avsláttri.
Framsýninginverður opin frá kl 16.00 – 21.00 í Bakarínum hjá Jórun – í Klingruni.
Barbara í Gongin




