LaLiga fótbóltur: Meistaraliðið Barcelona fekk ein ordans lúsing fyri lítlari løtu síðani. Barcelona tapti á útivølli 0-1 í móti botnliðnum, Real Valladolid. Barcelona lá áðrenn dystin í dag á øðrum plássið við 63 stigum, eitt stig aftan fyri Real Madrid og tvey stig framman fyri Atlético Madrid.

Atlético Madrid kann við sigri í dag taka annað plássið frá Barcelona og Real Madrid kann í morgin gera sær fyrstapláss væl tryggari.
Tað var ikki nógvur glansur á Barcelona spælinum í dag. Teir úr Valladolid sótu tætt í Barcelona-leikarunum, og hetta var ein av orsøkunum til at eyðkenda Barcelona-spælið ongantíð kom til sjóndar.
Barcelona hevði bóltin fyri tað mesta, men kjansirnir vóru ikki nógvir og ikki naskir.
Tá ið eitt gott korter var farið av dystinum, legði Valladolid seg á odda, tá ið bólturin heldur óvæntað endaði fyri føturnar á Fausto Rossi. Rossi legði bóltin kaldliga í málið til einasta málið í dystinum.
Real Valladolid hevur nú 26 stig og er komið upp um niðurflytingarstrikuna.