Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Barcelona fingið nýggjan málverja

Jákup Ósá

Hørður Askham og Árni Frederiksberg hava báðir skorað mál hjá nýggja Barcelona málverjanum.

Hann sat á bonkinum hjá týska U21 landsliðnum, sum vitjaði í Føroyum síðsta ár.
Talan er um unga málverjan hjá Borussia Monchengladbach Marc-Andre Ter Stegen. Hann var við U21 landsliðnum hjá Týsklandi, sum 6. september í fjør vann 3-0 á Tórsvølli móti Føroyum. Tá sat hann á bonkinum. Myndirnar eru frá týsku venjingini og dystinum á tí ferðini.  Tá liðini 15. oktober spældu í Týsklandi stóð Ter Stegen í málinum. Tann dystin megnaðu bæði Hørður Askham og Árni Frederiksberg at skora hjá honum. Týskland vann tó dystin 3-2.
Bæði José Pinto og Victor Valdes eru givnir í Barcelona eftir at teirra sáttmáli er gingin út. Tí verður týski málverjin væntandi fyrsti málverji framyvir.