Portugal hevur kunngjørt sín hóp til dystin móti Føroyum.
Um 11 dagar taka Føroyar móti Portugal á Tórsvølli í Tórshavn. Hópurin er úttikin og hetta er ein av sterkastu hópunum, sum nakrantíð hevur vitjað í Føroyum. Ikki so óvæntað, tí hetta eru Europameistararnir 2016!
Talan er nærum bara um leikarar, sum spæla við stórfeløgum í Europa.
Málverjar – Anthony Lopes (Lyon), Marafona (SC Braga) og Rui Patrício (Sporting)
verjuleikarar – Antunes (D. Kiev), Bruno Alves (Cagliari), Cédric Soares e José Fonte (Southampton), João Cancelo (Valência), Pepe (Real Madrid) og Raphael Guerreiro (Dortmund)
Miðvallarleikarar – Adrien Silva og William Carvalho (Sporting), André Gomes (Barcelona), Danilo Pereira (FC Porto), João Mário (Inter), João Moutinho (Mónaco) og Renato Sanches (Bayern Muchen)
Álopsleikarar – André Silva (FC Porto), Bernardo Silva (Mónaco), Cristiano Ronaldo (Real Madrid), Éder (Lille), Gelson Martins (Sporting), Nani (Valência) og Ricardo Quaresma (Besiktas)




