Barcelona hevur í kvøld kunngjørt, hvør nýggi venjarin verður.
Talan verður um gamlan kenning í felagnum. 44 ára gamli Luis Enrique skal taka yvir og hann hevur áður verið stórleikari í felagnum umframt, at hann vandi Barcelona B frá 2008 til 2011. Síðani hevur vant Roma og Celta Viga, sum í ár endaði á 9. plássi.
Sáttmálin við Enrique er galdandi í tvey ár.




