Tað skuldi eitt brotsspark og eitt reytt kort til áðrenn hol kom í sjógvin millum Manchester City og Barcelona. Í einum annars tøttum dysti, var tað Barcelona, ið stjól ein 0-2 sigur á útivølli í kvøld. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.
Tað skuldi eitt brotsspark og eitt reytt kort til áðrenn hol kom í sjógvin millum Manchester City og Barcelona. Í einum annars tøttum dysti, var tað Barcelona, ið stjól ein 0-2 sigur á útivølli í kvøld. Bæði málini komu í seinna hálvleiki.
Champions League: Í fyrra hálvleiki kom einki mál og dysturin var tættur. Tvey skot á mál frá bæði City og Barcelona. Negredo hjá City skuldi allarhelst havt lagt heimaliðið á odda, tá ið hann við høvdinum fekk ein góðan kjans.
Tað var í øðrum hálvleiki at gongd kom á málskjótingina. Í 54’ minutti fekk Barcelona brotsspark, sum eisini var púra rætt. Men tað, sum fer at fáa eftirspæl, er at Navaz hjá City skuldi havt fingið eitt klárt fríspark áðrenn.
Brotssparkið førdi eisini við sær at City-spælarin Martin Demichelis sá reytt og varð útvístur. – Messi skoraði trygt til 0-1.
Barcelona fekk nú betri pláss at spæla á. Xavi og Alves kundu havt skorað, men gagnnýttu ikki møguleikarnar.
Men City-spælararnir smæddust als burtur. Tað var bert Victor Valdes fyri at takka, at David Silva ikki fekk javnað.
Tað sá út til, at dysturin fór at enda 0-1. Men í 90’ minutti kombineraðu Barcelona-leikarar seg fram í gjøgnum høgru síðu, og hegnisliga legði Dani Alves bóltin í málið til endaligu støðuna 0-2.
Barcelona hevur nú góð kort á hondini til seinnu áttandupartsfinaluna á heimavølli. Manchester City verða noyddir at skorað ið hvussu er 2 mál, uttan at Barcelona skorar, fyri at gera sær nakrar tankar um framhaldandi luttøku í Champions League 2014.
CL í kvøld:
Manchester City – Barcelona 0-2
– 54: Lionel Messi
– 90: Dani Alves
Bayer Leverkusen – Paris Saint-Germain 0-4
– 3: Blaise Matuidi
– 39: Zlatan Ibrahimovic
– 42: Zlatan Ibrahimovic
– 88: Yohan Cabaye




