Í samband við Diskotek í KÍ høllini fríggjakvøldið varð bardagi millum ungdómar.
Av politistøðini verður sagt at sum teir skilja, so fekk politiið tað fatan at hendingin ikki var serliga álvarslig, men hóast tað var ein av ungdómunum koyrdur á sjúkrahúsið.
– Sum vit skilja støðuna, so var ein persónur álopin av fleiri og endin var at hesin vardi seg við knívi. Men vit eru ikki lidnir við kanningarnar í málinum, var einasta viðmerkingin vit hava fingið av politistøðini.
Foreldur hjá tí eina dreinginum hava skrivað at ein drognur var stungin fleiri staðir við knívið.
Men sum vit skilja, so var drongurin ikki innlagdur á sjúkrahúsið. Sambart foreldrunum hjá dronginum hevði hann fleiri skurðir og hevur verið illa fyri síðani hendingna.




