Á hugnaligari samkomu, fríggjadagin 29. mai 2015, fekk 23-ára gamli Bárður Eyðfinnsson í Bø handa prógv fyri at hava lokið peningastovnsútbúgving í Norðoya Sparikassa. Bárður kann nú kalla seg peningastovnsatstøðingur.

Hátíðarløtan var í sparikassanum, har starvfelagar og familja vóru til ein betri bita og sparikassastjórin, Marner Mortensen, flutti fram rósandi orð til unga Bárð, ið byrjaði fyrst sum hjálparfók 18. juni 2012 og árið eftir fór í læru sum sparikassanæmingur.
Norðoya Sparikassi ynskir Bárður hjartaliga til lukku við próvnum og góðan byr framyvir.