HB sigst leggja nógv fyri, at fáa landsliðsleikaran at umboða eitt annað føroyskt felag enn Víking.
HB sigst leggja nógv fyri, at fáa landsliðsleikaran at umboða eitt annað føroyskt felag enn Víking.
Bárður J. Hansen heldur ikki fram í Fremad Amager. Men enn er ógreitt, hvar hann spælir í 2017 og um tað verður í Føroyum ella uttanlands.
– Støðan er óbroytt. Eg havi fingið fleiri tilboð og fari at brúka høgtíðina til at taka støðu. Fyrst í januar verður væntandi greitt, hvar eg spæli komandi ár. Áhugi er bæði í Føroyum og uttanlands, sigur Bárður J. Hansen.
Spælir Bárður í Føroyum í 2017, so eru helst bara tveir møguleikar. Tað er barndómsfelagið Víkingur, har Bárður altíð hevur spælt. Og so er tað HB, sum sambært leysasøgunum hevur víst stóran áhuga fyri at fáa Bárð í sín hóp, har fyrrverandi Víkinga venjarin Sigfríður S. Clementsen er venjari. Bárður vil ikki viðmerkja, hvørji føroysku feløgini eru, ið hava víst honum áhuga.




