Allan desember mánaða sýnir listamaðurin Bárður Jákupsson fram í Leikalund í Klaksvík.
Á framsýningini eru 26 vatnlitsmyndir.
Myndevni er føroyska náttúran, lýst við eyðkendu ekspressivu pensulsstrokum og kalligrafiska myndamálinum hjá Bárði Jákupssyni.
Bárður Jákupsson er kendur og virkin listamaður, og hevur síðan miðskeiðis í sjeyti árununm javnan sýnt fram, bæði burturi og her heima.
Um listina hjá Bárði Jákupssyni sigur danski listaummælarin Peter Hornung m.a.:
“Tvey sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði Jákupssyni; málningsins náttúra – og Føroya, og tær eru felags um at vera í sterkari rørslu og støðugari broyting.”
Listaframsýningin í Leikalund letur upp leygardagin 8. des. kl. 15.00 og er opin allan desember mánaða í vanligu upplatingartíðunum hjá Leikalund.




