Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bárður Jákupsson í Ribarhúsi

Hannefíða Joensen

Navnframi listmálarin, Báður Jákupsson, letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði fríggjadagin ,tann 6. Septembur kl 16:00.

Navnframi listmálarin, Báður Jákupsson, letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði fríggjadagin ,tann 6. Septembur kl 16:00. 

Framsýningin er opin til mánadagin 23. septembur – hvønn yrkadag, frá klokkan 15:00 til kl 17:30, leygardag frá kl 11:00 til kl 13:00. Á sýningini verða oljumálningar og vatnlitsmyndir.

Bárður hevur gjørt nógv gott fyri føroyska list, bæði við penslabørnum sínum, í skrift, orð og talu. Hann hevur t. d. mangan latið tað føroyska málið í ein listaligan búna, so hetta hevur borið tí frumgróðnu, føroysku listini uppi í blaðgreinum, bóklingum og listabókum. Hetta er honum til mikla tign og miklan sóma og øðrum at gagni. Í hesum døgum fer list hansara at prýða veggirnar í Ribarhúsi við strokum úr bergmálmi, syllum, steinum, hellum, steinamosa, mosabøkkum, torvum, grýti og fjørulutum. Hetta er ein partur av listaliga skaldskapi hansara og ein sjón fyri eygað.

Harleyfacadeacryl