Bárður Johnsson Heinesen váttar fyri Norðlýsinum, at sáttmálin við HB er uppsagdur.
Tað var í fjør, at Bárður byrjaði í skúla í Havn. Tá hann so flutti til Havnar at búgva, so valdi hann at gera sáttmála við HB, sum vísti áhuga eftir royndarvenjing í eina tíð. Bárður var við HB hópinum í 20 av 27 dystum í Effodeildini, har hann fyri tað mesta hevði leiklutin sum útskiftari. Hann skoraði 4 mál, har serliga tey móti B36 og 07Vestur vóru týdningarmikil.
Í ár hevur Bárður bara verið í HB hópinum í 2 dystum, har hann tilsamans hevur leikt 11 minuttir.
Bárður sigur um orsøkirnar, at hann nú raðfestir onnur økir enn fótbóltin.
– Tað einasta sum liggur í hesum er, at eg vil raðfesta skúlin hægri. Eg flyti eisini norður til Klaksvíkar aftur og so finni eg útav, hvat hendur, sigur Bárður Johnsson Heinesen í stuttari viðmerking við Norðlýsið í dag.




