”Hvussu skulu vit forsvara, at einligar kvinnur velja at fáa barn við ísáðing á klinikk og enntá veita barnagjald til hendan nýggja familjuformin, samstundis við at vit skulu fylgja Barnarættindasáttmálanum, sum sigur, at eitthvørt barn skal hava rætt til at kenna og vaksa upp saman við báðum foreldrum?”
”Hvussu skulu vit forsvara, at einligar kvinnur velja at fáa barn við ísáðing á klinikk og enntá veita barnagjald til hendan nýggja familjuformin, samstundis við at vit skulu fylgja Barnarættindasáttmálanum, sum sigur, at eitthvørt barn skal hava rætt til at kenna og vaksa upp saman við báðum foreldrum?”
Tann spurningin setti Bárður Kass Nielsen, úr Nýggjum Sjálvstýri, tá Løgtingið í gjár viðgjørdi uppskotið hjá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, um barnagjald til einsamallar uppihaldarar.
Í uppskotinum vísir landsstýriskvinnan til Barnarættindasáttmálan hjá ST sum sigur, at einki barn eigur at vera fyri mismuni vegna støðu hjá barni ella foreldrum. Við hesum grundarlagi skjýtur hon upp, at millum annað einligar kvinnur, sum fáa barn við eftirgjørdum gitnaði, skulu hava rætt til barnapengar úr landskassanum.
Barnarættindasáttmálin hevur eisini aðrar ásetingar
Bárður Kass Nielsen helt, at øll kundu taka undir við, at einki barn skal vera fyri mismuni, men samstundis vísti hann á, at við uppskotinum verður lopið ov lætt yvir tann partin av sáttmálanum sum sigur, at børn hava rætt at kenna og vaksa upp saman við báðum foreldrunum.
”Børnini sum verða fødd undir hesum alternativa familjuformi, eru jú forútdefineraði at blíva faðirleys. Og hetta er altso ikki í tráð við ST Barnarættindasáttmálan,” segði hann.
Tingmaðurin segði, at uppskotið var eitt lítið mál, um hugt bara verður eftir peningaupphæddini, men hann staðfesti tó, at meira lá í málinum enn tann peningaliga upphæddin.
”Eg haldi tí at vit áttu heldur at brúkt meira fokus uppá, hvussu vit kunnu hjálpa smábarnafamiljum at halda saman sum ein sunn kjarnufamilja, soleiðis at børnini fáa allarbestu uppaling sum vit kunnu ímynda okkum,” segði hann.




